VÆLKOMIN!

Frælsur Ítróttur

Frælsan ítrótt verður vant í Havn (Smæran) og í Eysturoynni.
Eisini eru ítróttarfólk við breki í feløgunum Hvirlan í havn og Treysti.
Undirvísingin verður løgd til rættis ígjøgnum kvøldskúlan. Venjingin fer fram á Tórsbreyt. Ítróttagreinirnar, ið mest dentur verður lagdur á, eru renning á longum og styttri teinum, kúlukast og longdarlop.
Eisini er møguleiki, um áhugi er til tess, fyri at venja racerunning (hetta er ein ítrótt fyri rørslutarnað, tit kunnu lesa meira um hetta á alnótini www.racerunning.co.uk og www.racerunning.dk).
Av tí at íðkarar hava ymisk áhugamál og ymiskar dygdir, er neyðugt at undirvísingardifferentiera - t.v.s at at umframt at ein partur av venjingini er felagsvenjing, so hevur tann einstaki næmingurin somuleiðis sína egnu venjingarskrá.

Uttan mun til hvør ítróttagreinin er, verður stórur dentur lagdur á tekniska venjing, upphiting og útstrekking.

Endamálið við frælsa ítróttinum er trýbýtt:
(1) Tað skal vera stuttligt og hugaligt at venja frælsan ítrótt. 
(2) Íðkararnir skulu gerast betri fyri likamliga - teir skulu gerast sterkari og reystari. og
(3) teir íðkarar, sum hava hug at taka lut í kappingum annaðhvørt innlendis ella uttanlanda skulu stuðlast í hesum ynski.

 

Vilt tú vita meir um venjingartíðir ber til  at venda sær til Smæruna, Sofus Olsen, formaður, tlf. 261669 ella Sonna Djurhuus, landsliðsvenjara, tel 212084