VÆLKOMIN!

Úrslit frá jólakapping í borðtennis 2008

Ein spennandi kapping

11. desember varð skipað fyri jólakappingini í frælsum ítrótti. Hon varð hildin í fimleikarahøllini á læraraskúlanum. 10 luttakar vóru í alt, og vórðu hesir býttir í tveir bólkar. Umførini vóru sera spennandi, og tætt varð millum nógvir av leikarunum. Tó var tað so, at tá innleiðandi umførini vóru liðug, stóðu fýra leikarar eftir sum teir bestu. Hesir skuldu so í eina semifinalu.

Í semifinalu A vóru Júst í Túni og Kristian Martin Garðalíð - vinnari Júst

Í semifinalu B vóru Unn Mortensen og Ronny Thomsen - vinnari Unn

Vinnarin varð funnin í einari spennandi finalu millum Unn Mortensen og Júst í Túni. Júst gjørdist tó móti endanum greiður vinnari, tá hann vann 2-0 á Unn. Nr. 3 gjørdust Ronny Thomsen og Kristian Martin Garðalíð.

Settúrslit kunnu síggjast her: /myfiles/files/jólakapping - úrslit.xls

Myndir frá kappingini eru at síggja her: Trýst her