VÆLKOMIN!

ÍSB og Motus Sport gjørt stuðulsavtalu


ÍSB hevur í dag gjørt stuðulsavtalu við Motus Sport í Klaksvík

Avtalan merkir at Motus Sport stuðlar ÍSB fram til 2018, Motus Sport verður høvuðsveitari av klæðum til ÍSB í hesum tíðarskeiðnum.
Motus Sport var veitari av klæðunum ið Krista Mørkøre og ferðalag brúkti í Rio, og hildu vit at hetta riggaði sera væl.
ÍSB fer saman við Motus Sport í næstum at bjóða ein serstakan ÍSB búna, ið ítróttarfólk kunnu ogna sær fyri ein rímiligan penga.

ÍSB fegnast um samstarvið, og takkar fyri stuðulin.