VÆLKOMIN!

Ein frálíkur Special Olympics festivalur hjá Loppunum.


Loppurnar luttóku sum kunnugt á stóra Special Olympics festivalinum í Holstebro í DK sum var í vikuskiftinum.


Tað gekkst Loppunum sera væl, og koma tey eisini aftur við fleiri heiðursmerkjum, m.a. vunnu tey Gull í einstaklingaseriu við vimpli, í einstaklingaseriu við bólti og í felagsseriuni.
Umframt fleiri silvur, og bronsuheiðursmerki.

Hetta er fyrstu ferð, síðani ÍSB fekk limaskap í Special Olympics, at fimleikalið hevur luttikið í stevnu uttanlands, og má sigast at hetta boðar frá góðum.

ÍSB ynskir íðkarunum og venjarum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.

Ein serligur facebook bólkur er stovnaður í samband við luttøkuna, har fleiri myndir kunnu síggjast.

Vitja bólkin her: https://www.facebook.com/groups/1028245350563877/?fref=ts