VÆLKOMIN!

Krista Mørkøre til Paralympisku leikirnar í Rio 2016


1. september fer Krista Mørkøre við flogfarinum til Rio de Janeiro har hon skal luttaka í Paralympisku leikunum.
Leikirnir verða settir 7. september kl 17  og endahátíðin verður 18. september kl 17
Krista svimur hesar greinir og tíðir.
50m frí innleiðandi 9. sept kl 10.22
100m frí innleiðandi 13. sept kl 10.26
400m frí innleiðandi 15. sept kl 10.14

Allar tíðir eru lokalar tíðir í Rio (4 tímar aftanfyri okkum)

IPC hevur gjørt eina síðu ið savnar allar miðlar ið vísa leikirnar. https://www.paralympic.org/watch-rio-2016

Hendan verður dagførd so hvørt.

Fleiri norðurlendskar rásir hava gjørt avtalur, og fara at hava nógvan paralympiskan ítrótt á skránni.

ÍSB fer at dagføra á facebooksíðu okkara https://www.facebook.com/itrottasambandfyribrekad/

VIt ynskja Kristu góða ferð, og góða eydnu á leikunum.