VÆLKOMIN!

Loppurnar til Special Olympics festival í Danmark

I dag fara Loppurnar hjá Ljósinum til  Danmarkar har tær skulu luttaka í Special Olympics festivalinum, har børn og ung við menningartarni kappast í ymiskum ítróttargreinum. Festivalurin er annað hvørt ár, og verður í ár hildin í Holstebro í døgunum 20 -22 mai. - Umleið 1200 ítróttarfólk luttaka hesuferð.

Loppurnar skulu kappast í fimleiki. Tey luttakandi hava vant nógv og miðvíst fram ímóti hesi kapping, og eru tey nú sera spent at fara avstað.

Kappingin er skipað soleiðis, at hvør íðkari, umframt at framføra eina einstaklingaíðkan við nøkrum føstløgdum rørslum og einum hondamboði, eisini skulu tey framføra eina felagsíðkan.

Hondamboðini, sum loppurnar fara at kappast við eru bóltur og vimpul. Á liðnum eru umframt átta íðkarar, tveir venjarar. Hesir eru Nena Thomsen og Anna Tórunn Thomsen.

Loppurnar eru einasta lið av sínum slag í Føroyum.

ÍSB ynskir loppunum bestu eydnu við framførslunum og eina góða ferð.