VÆLKOMIN!

Ongin jólaveitsla

Seinastu mongu árini hevur jólaveitslan sum stuðlafelagið hjá ÍSB skipar fyri verið hæddarpunktið í desember mánaði hjá mongum.
Tíverri er líkt til at hetta fralíka tiltak nú er at enda komið.
Stuðlafelagið hevur boðað frá at orka er ikki til at skipa fyri veitsluni í ár.
Stuðlafelagið hevur trúliga skipað fyri bingo hvørja viku til frama fyri arbeiðinum hjá ÍSB, og partur av hesum peninginum er farin at skipa fyri veitsluni.
Tíverri er ikki eydnast at seta yngri kreftir við, og hava tey boðað okkum frá hesum.
Bingospølini í B36 húsinum hvørt týskvøld halda tó fram eina tíð enn.

Hetta harmar okkum í ÍSB sera nógv, og vilja vit takka stuðlafelagnum fyri at tey so trúliga ósjálvsøki hava skipað fyri, og skaffa pening til virksemi okkara øll hesi árini.

ÍSB