VÆLKOMIN!

Væleydnaður Special Olympics ítróttardagur í samband við mentanarvikuna í Runavík


Í gjár 24.10.2016 var stóri Special Olympics ítróttardagurin í hallunum, og á vøllinum í Runavík.
Umleið 80 fólk vóru savnaði, og gekk alt uppá stás.

Tiltakið byrjaði við at mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu, Sølvi Reinert Hansen, beyð vælkomin, og síðani  blivu luttakararnir bólkaðir eftir hvørja ítróttargrein tey ynsktu at royna.
Veljast kundi ímillum pílablástur, fimleik, fótbólt, boccia og stavbólt (hockey)

Eftir uml. 50 min, var so skift, og øll sluppu at royna eina aðra ítróttargrein.

Luttakararnir  hugnaðu sær og sóu út til at hava tað stuttligt, og vónandi hevur tiltakið fingið onkran at umhugsa at íðka ítrótt, ella royna onkran annan ítrótt eisini.

Tá ítróttarparturin var liðugur fingu øll okkurt at bíta í, og Jens Marni Hansen kom og spældi nakrar sangir.

Vit vilja nýta høvið at takka Svani, Smæruni, Runavíkar kommunu og øllum venjarunum og hjálparum ið vóru við at gera tiltakið væleydnað.

Nakrar myndir frá tiltakinum liggja úti á facebooksíðuni hjá ÍSB

ÍSB