VÆLKOMIN!

Paralympisku leikirnar 2008 í Beijing

 

13. paralympisku leikirnir eru av á hesum sinni.
Nærum 4000 ítróttafólk vóru við í hesum  leikunum. Tey komu úr 147 londum. Nøkur ítróttafólk vóru við í fleiri  ítróttagreinum. Kappast varð á høgum støði, tí talan var um  heimsins bestu ítróttafólk, sum bera brek av onkrum slagi.
5 lond vóru við fyri fyrstu ferð : Burundi, Gabon, Georgia, Haiti og Montenegro.

Føroyar vóru við fyri 7. ferð!

Kappast varð í 20 ymiskum ítróttagreinum : bogaskjóting, frælsum ítrótti, boccia, súkkling, ríðing, fótbólti (5-a side), fótbólti (7-a side), goalbólti, judo, vektlyfting, rógving, sigling, skjóting, svimjing, borðtennis, flogbólti (sitandi), koyristóls kurvabólti, koyristóls fikting, koyristóls rugby, og koyristóls tennis. Rógving var við á skránni fyri fyrstu ferð.

Allar kappingarnar vóru í Beijing, uttan sigling, sum var í býnum Qingdao og ríðing, sum var í Hong Kong.
Alt í alt vóru 472 kappingar, 262 fyri menn , 176 fyri kvinnur og 34 fyri blandað lið.
Sett vórðu 279 heimsmet og 339 paralympisk met.

Tíverri sluppu heldur ikki paralympisku leikirnir undan dopinggølum. Fleiri enn túsund dopingroyndir vórðu tiknar, og tríggjar vóru positivar, tvs., at trý ítróttafólk royndu at snýta!

Úr Føroyum var sum kunnugt Heidi Andreasen einasti luttakarin. Hetta var triðju ferð, at Heidi umboðaði Føroyar í olympiskum høpi. Hon var eisini við í svimjikappingunum á paralympisku leikunum í Sidney 2000 og í Athen 2004.

Hesaferð var Heidi við í fýra kappingum : 50 m, 100 m og 400 m frí og í 200 m blandaðari svimjing.
Hóast hon vann ikki heiðursmerki, so náddi hon máli sínum, sum var at koma í finaluna í øllum kappingunum.

Úrslitini kunnu síggjast her: /myfiles/files/Úrslit frá Paralympisku leikunum í Beijing 2008.doc

 

Heidi Andreasen :

Tá ið Heidi áðrenn fráferðina til Beijing varð spurd, hvussu útlini vóru, svaraði hon púra greitt : Eg ætli at gera mítt besta, og so mugu vit síggja, hvussu leikur fer. Í slíkum kappingum kann alt henda! Hon hevði eina vón um at betra tíðir sínar og at koma í  finalurnar.

Formaður ÍSBs, Egga Jensen,  um avrikið og paralympisku leikirnar sum heild :

Tá ið hugsað verður um skaðarnar, ið Heidi hevði at dragast við í vár, so má sigast, at eg eri væl nøgdur. Vantandi grundvenjingin var helst høvuðsorsøkin til, at hon einki heiðursmerki fekk á hesum sinni. Tó má sigast, at hóast hon gjørdist aftast í finaluni á 50 m frí, so var so tætt, at einans eitt hálvt sekund var ímillum gullheiðursmerkið og aftasta plássið
Hyggja vit fram móti næstu paralympisku leikunum, sum verða í London í 2012, so ber ikki til annað enn at vera bjartskygdur. Fyrst og fremst hava vit nøkur ung rørslutarnað, sum vit hava góðar vónir til, og  sum verða fýra ár eldri í London.
Síðan er tað tað, at væntandi verða menningartarnað aftur við á leikunum í 2012. Tað hava tey ikki verið síðan í Sidney í 2000. Og her hava vit somuleiðis onkran, sum kann fara at gera seg galdandi.

Hví skulu vit so vera við í Paralympic?

Jú, eins og OL er tað størsta, sum ítróttafólk uttan brek kunnu vera við til, so er Paralympic eisini størsta gularótin hjá einum ítróttafólki við beki! Her hittast tey bestu úr øllum heiminum, og umframt at tú sleppur at kappast ímóti teimum, so lærir tú eisini ein hóp av fólki at kenna.

Um OL og Paralympic : Tað eru mong, sum  undrast, tá ið vit greiða frá, at vit eru ikki limir í IOC (International Olympic Committee) og tí ikki kunnu vera við í olympisku leikunum, men tá ið tað snýr seg um Paralympic, so er eingin trupulleiki!
So seint sum nú yviri í Beijing varð hesin spurningurin settur mær av einum av fyrireikarunum! Eg mátti greiða honum frá, at vit kundu ikki gerast limur í IOC, tí vit vóru ikki eitt fult sjálvstøðugt land! Hesin smíltist og segði, at tað var ikki nóg góð undanførsla! Hann segði beinleiðis, at sjálvsagt áttu vit at verið við í OL eisini!
So hvør veit : kanska verður tað limaskapur okkara í IPC (International Paralympic Committee), sum slóðar fyri, at vit eisini gerast limir í IOC??
ÍSB fekk góða og avgerandi hjálp frá hinum norðurlondunum, tá ið vit søktu um altjóða limaskap fyri skjótt tríati árum síðan. Hví skuldu tey so ikki eisini hjálpt okkum við limaskapinum í IOC?

Annars gerst munurin millum OL og Paralympic minni og minni. Fyrst og fremst er Paralympic í sama býi sum OL, og leikirnir byrja fjúrtan dagar eftir at OL er av.  Fyrireikararnir eru júst teir somu, setanarhátíð og endahátíð eru líkar teimum hjá OL, og onkur luttakari er enntá við í báðum leikunum. Nevnast kann somuleiðis, at í fleiri londum eru somu persónar í nevndum hjá bæði IPC og IOC.
Formaðurin í IPC, Sir Phil Craven úr Bretlandi, er eisini nevndarlimur í IOC!
Tó eru ítróttagreinar, sum bert eru við í Paralympic, t.d. boccia og goalbóltur. Tað eru tó fleiri greinar umboðaðar í  OL enn tað eru í Paralympic.

Í øðrum londum verður Paralympic tikið í allarstørsta álvara. T.d. vóru 6.000 sjónvarps- , útvarps- og blaðfólk við, sum hvønn dag sendu tíðindi beinleiðis út um allan heim!

Forsetar, prinsessur (vit heilsaðu m.a. uppá svensku prinsessuna Victoriu), ráðharrar  (t.d. var fyrsta uppgávan hjá nýggja danska mentamálaráðharranum at vitja donsku luttakararnar í paralympiska býnum!) umframt onnur framstandandi fólk vitjaðu Beijing meðan leikirnir fóru fram. Einasta norðurland, sum onga vitjan fekk, vóru Føroyar!!

Tað liggur tí eitt ávíst trýst á ÍSB undan komandi Paralympic : hvussu fáa vit sannført Føroyar um, at vit við luttøku eru partur av eini olympiskari familju, har flagg okkara veittrar millum tey hjá øðrum heimsins londum. Vit verða tikin fyri fult av øllum øðrum. Tí mugu vit eisini verða tað av okkara egna fólki!