VÆLKOMIN!

Para-badminton - TILTAKIÐ ER FLUTT TIL KL 15-17!!!!


G.G. TILTAKIÐ ER FLUTT TIL KL 15-17  
Saman við Havnar badmintonfelag og Badmintonsambandinum fara vit nú at geva fólki ið bera brek møgulleikan at royna para-badminton.
Para-badminton er ein av skjótt vaksandi ítróttargreinunum í londunum rundanum okkum, og við vegleiðing frá einum av fremstu para-badminton venjaranum úr Portugal bjóða vit øllum áhugaðum at koma í Badmintonhøllina at royna seg.
Hetta er fyrstuferð vit royna hetta, og vænta vit at øll eru byrjarar, men er onkur ið hevur roynt seg fyrr er viðkomandi sjálvand eisini meir enn vælkomin.
Para-badminton, er eisini til m.a. fólk í koyristóli, fólk við bein- ella armbreki, fólk ið eru lág á vøkstri, og fólk ið eru tarnaði í rørslu sínari á onkran hátt.
Ikki er neyðugt við tilmelding, men tað hjálpir okkum at skipa fyri vissi fráboðað verður at man ætlar sær at koma.
Tiltakið er ókeypis, og systkin, familja, vinir ella onnur eru vælkomin við.

Vilja tit hava meir at vita, ella ivast í onkrum, so eru tit vælkomin at ringja 217975, ella skriva ein teldupost til isb@isb.fo