Fimleikur
Fimleikurin hjá ÍSB hevur verið við í nøkur ár nú, men í ár verður hann skipaður eitt sindur annarleiðis. Tvey lið eru, sum eru býtt upp í rørslu- og menningartarnað fyri seg. Hetta tí, at ofta eru ymiskir førleikar, ið gera tað torført at fáast við sama ítróttin. Eisini er ymiskt, hvat krevst av fimleikarum við menningartarni og fimleikarum við rørslutarni.
Vit hava í ár fingið tað so í lag, at venjararnir sjálvir eru fimleikarar, ella hava íðkað fimleik í longri tíð á høgum støði, og sum hava verið venjarar hjá fimleikafeløgum í Havnini. Hetta fyri at kunna geva fimleikarum við breki í Føroyum avbera góða venjing og besta møguleikan fyri at betra um síni avrik, soleiðis at fimleikurin fyri brekað í Føroyum kann koma upp á eitt hægri støði. Men ikki er tað bara kappfimleikur, ið verður íðkaður. Fimleikurin er fyri øll, ið hava hug at røra seg og verður venjingin løgd bæði eftir liðinum og tí einstaka.
Í løtuni eru bara kappingar í fimleiki fyri menningartarnað. Tað er Special Olympics, sum eru 4.hvørt ár (tvs einar verðinsleikir og einar europaleikir). Í 2006 vóru Special Olympics European Youth Games hildnar í Rom, og luttóku 6 føroyingar í svimjing og frælsum ítrótti. Í fjør luttóku 10 føroyingar í Special Olympics World Games í Shanghai í ítróttunum svimjing, Frælsum ítrótti og Boccia. Kanska kundi onkur fimleikari umboða Føroyar næstu ferð?
Fimleikur fyri rørslutarnað er ikki so útbreitt enn, men er í støðugum vøkstri. Eingin stór kapping er í fimleiki fyri rørslutarnað, og man hetta vera ein av orsøkunum til tilgongdina av fimleikarum. Men talið vaksur, so vit hjá ÍSB eru ikki í iva um, at trýstið frá ymisku londunum fær IPC (altjóða paralympiska komiteein, tvs tann sum skipar fyri paralympisku leikunum) at innlima fimleikin í paralympisku leikunum. Og tá ætla vit at vera klár í Føroyum.
Liðini eru hesi:
Fimleikur fyri børn og ung við menningartarni: Hósdag kl. 17.30-19.00 á Háskúlanum í Havn
Venjari: Annika á Borg, tlf. 555030
Fimleikur fyri børn og ung við rørslutarni: Hósdag kl. 17.30-19.00 á Háskúlanum í Havn
Venjarar: Iben Debess, tlf. 217568 og Beinta Simonsen, tlf. 224996
Um áhugi er fyri einum liðið fyri vaksin, so sigið okkum frá, so finna vit útav tí.