VÆLKOMIN!

Søgan

VISIÓN

Fyri ein og hvønn, ið hevur onkran tarn,
skal tað vera heilt natúrligt at søkja sær styrk kropsliga,
heilsuliga og sosialt í einum hóskandi ítrótti.
Ítróttur fyri brekað er føroyska andlitið úteftir.

MISSIÓN

ÍSB er eitt ítróttasamband, sum setur ítróttin fyri brekað og
ítróttafólkið í hásæti. ÍSB er einasta føroyska altjóða
ítróttarumboð fyri fólk við breki.

VIRÐISGRUNDARLAGIÐ

ÍSB virkar alla tíðina undir atliti til tey virði, sum liggja til grund fyri alt virksemi: Trúskapur, sjálvbodni, hjálpsemi, tol, ábyrgd, álit, virðing.
ÍSB skal skipa fyri ítrótti fyri fólk við breki, og skal hetta í høvuðsheitum byggja á sjálvbodni, har ítróttafólkunum við toli og hjálpsemi verður veitt venjing og undirvísing, sum gagnar og styrkir best. Trúskapur, álit, ábyrgd og virðing fyri tí einstaka verða sett í hásæti til gagns og framburð fyri øll, sum eru tengd at hesi ítróttaskipan.

MÁLSETNINGUR

Við hugsjónunum fremst í huga og við grundarlagi í virðunum verður arbeitt eftir einum málsetningi, har soljóðandi mál eru stungin út:

1      at fáa fleiri íðkandi við
2      at veita størri/ breiðari úrval av ítróttagreinum
3      at víðka samstarvið við ítróttafeløg og sersambond
4      at fáa størri ’integratión’ inn í vanliga ítróttin í lag
5      at røkka betri inn um skúlagátt við kunnleika um heilsu, brek og ítrótt
6      at skipa soleiðis fyri, at vælbúnir venjarar taka sær av ítróttinum
7      at tryggja teimum íðkandi góðar umstøður at íðka sín ítrótt
8      at tryggja teim íðkandi hóskandi avbjóðingar
9      at fáa lokal feløg og/ ella deildir at virka
10   at skapa stuðul, samanhald og sjálvbodni kring arbeiðið hjá ÍSB

 

Søgan

 

Fyrsta ítróttafelagið innan brekað varð sett á stovn í Berlin í Týsklandi í 1888, tó bert eitt felag fyri deyv. Eftir seinna veraldarbardaga kom ferð á ítróttin fyri brekað. Bretskir hermenn sóu, at fólk, ið bóru brek, komu nógv skjótari fyri seg aftur, um tey íðkaðu ítrótt. Hetta frættist, og skjótt tóku norðurlond eftir onglendingunum, og fyrsta felagið varð sett á stovn í Finlandi í 1952, sama árið sum finnar skipaðu fyri teimum olympisku leikunum.

Danmark byrjaði í 1955. - Ísland í 1979. Og tað var eisini í 1979, at Egga Jensen fekk  høvi at vitja á " Beitostølen Helsesportsenter " í Noreg saman við donskum læraraskúlaítróttalærarum., har ið hann fekk hugskotið og gjørdi ÍSB til veruleika. 
Beitostølen Helsesportsenter varð bygt í 1966. Í byrjanini var miðstøðin bert fyri blind, men í dag koma fólk við øllum brekum.
Uppihaldið á Beitostølunum er frá einari viku upp í fýra vikur. Øll venjingin er løgd til rættis eftir tí einstaka persóninum. T.d. kunnu lærarir, foreldur, systkin og onnur verða við til uppvenjingina, fáa hugskot og halda á við venjingini í skúlanum ella heima við hús.

”Eg varð so hugtikin av tí eg sá og upplivdi ta einu vikuna, ið vit vóru har, at eg avgjørdi at fara aftur til Beitostølen árið eftir saman við næmingunum á Føroya Læraraskúla, teimum sum høvdu valt ítrótt á linju. - Farið varð avstað fyrst í januar mánaði 1980 saman við 28 læraralesandi.

Heimafturkomin, fóru vit undir at gera fyrireikingar til at seta á stovn eitt ítróttasamband fyri brekað. Hetta var ikki so einfalt, tí fyri at kunna vera eitt sjávstøðugt sersamband innan ÍSF, skulu vera í minsta lagi 3 ítrótta feløg fyri brekað. Tosað varð við formannin innan ÍSF, Jógvan Arge, um, hvussu vit kundu gera fyri at koma so skjótt sum gjørligt ígongd við ítrótt fyri brekað. Hann var tá júst komin aftur av norðurlendskum fundi, har hann hevði fingið at vita, at um Føroyar ikki høvdu ítrótt fyri brekað á skránni, so fingu vit ongan stuðul frá nordiskministerråd í sambandi við tær kappingar, sum vit luttóku í. Hetta setti ferð á arbeiðið við at fáa ítrótt fyri brekað sett á stovn. Á aðalfundinum hjá ÍSF  1. mars 1980 varð viðtikið at seta á stovn ÍSB.

Ein fyribilsnevnd við trimum limum varð sett við tí endamáli at fáa til vega eitt uppskot um eina lóg. Limirnir í fyribilsnevndini vóru Jón á Steig, Eyðdis Eidesgaard og Jógvan Jensen. Longu tann 10. apríl 1980 høvdu vit stovnandi aðalfund. Eftir aðalfundin vóru umsóknir sendar til Nord-HIF og til ISOD um limaskap,og vóru báðar umsóknirnar gingnar okkum á møti. Vit meta, at hesir limaskapir hava havt alstóran týdning fyri okkum og gjørt, at vit kunnu luttaka bæði í norðurlandameistarakappingum og í altjóða kappingum fyri brekað.

Vit settu okkum í samband við Tórshavnar Kvøld - og Ungdómsskúla, og hava vit havt eitt frálíkt samstarv við tey til tann dag í dag. Tað er soleiðis, at kvøldskúlin lýsir við tilboðum innan ítrótt fyri brekað, og vit finna lærararnar. Viðvíkjandi lærarum og venjarum innan ÍSB og kvøldskúlan, so er tað soleiðis, at vit frá fyrsta degi av hava lagt okkum eftir einans at hava vælegnaðar venjarar, t.d fysioterapeutar og lærarar.

Einki er at ivast í, at hetta samstarvið millum ÍSB og Kvøldskúlarnar, nú eisini runt um í landinum, hevur verið við til at gjørt nakrar tryggar karmar, sum eru komnir allari fjøldini av íðkandi limum felagsins til góðar - har eru stutt og greitt fyritreytirnar skaptar. Og vónandi fer samfelagið eisini í framtíðini at hava ráð til eina tílíka skipan, okkara borgarum við breki at gagni, so hesi eisini eiga sjálvsagda rættin at íðka ítrótt undir skipaðum viðurskiftum, líkamikið hvar í landinum tey búgva. Hesa tryggu almennu skipan kunnu bert eitt fátal av  londum, enntá ikki øll norðurlond, reypa sær av, og úti í heimi havi eg ofta upplivað, hvussu aðrar tjóðir vildu ynskt at hava tílíka trygd frá tí almenna í rygginum, fyri at kunna geva eina nøktandi ítróttaundirvísing/venjing, sum er við til at geva tí brekaða sjálvsálitið aftur - og tá er ikki so lítið vunnið!

Fyrsta uttanlandaferðin í kappingarørindum gekk til Íslands. Og fyrstu trilvandi royndirnar á altjóða pallinum, vórðu gjørdar í New York í 1984, har vit vóru ”við fyri at læra”. Men longu árið eftir varð farið til Finnlands at luttaka í NM í svimjing, og har hendi tað á fyrsta sinni, at vit vunnu gull í norðurlendskari kapping, tá Katrin Johansen 4. mai 1985 kl. 10 vann gull í 100 metra frísvimjing við tíðini 1.28.96, men hetta skuldi ikki verða tað síðsta. EM í Wien í 1985, HM í Gøteborg í 1986, NM í Føroyum 1987, og sum krúnan á verkinum, Paralympisku leikirnar í Seoul í 1988 við hópin av heiðursmerkjum. Síðan Barcelona í 1992, Atlanta í 1996, Sidney í 2000, Athen í 2004 og í ár, 2008, í Beijing við luttøku av Heidi Andreasen.”